– Øktur búskaparvøkstur, sosialt avbalanseraðir reformar, fíggjarlig disciplin í almenna sektorinum og ein stabil og vaksandi ríkisveiting. Hesi eru avgerandi fyri vælferðina í Føroyum frameftir, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður
– Øktur búskaparvøkstur, sosialt avbalanseraðir reformar, fíggjarlig disciplin í almenna sektorinum og ein stabil og vaksandi ríkisveiting. Hesi eru avgerandi fyri vælferðina í Føroyum frameftir, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður
Fíggjarlógin fyri 2014 og ríkisveitingin fyri 2014-2016 eru nú avgreidd frá Løgtingsins síðu.
Viðgerðin av hesum báðum málum fyllir, sum vera man, nógv í Løgtinginum, og soleiðis var eisini hesaferð.
Somuleiðis hevur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum arbeitt nógv við hesum báðum málum, og nú tey eru avgreidd, hevur Norðlýsið hitt fíggjarnevndarformannin, Bárð Nielsen, á máli.
Fokus á javnvág og fíggjarliga disciplin
Eitt úrslit av politiska arbeiðinum er, at fíggjarnevndin hevur skorið umleið 30 mió. kr. burtur av hallinum á fíggjarlógini í mun til tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fyri Løgtingið.
Sostatt er hallið komið niður á 219 mió. kr. ímóti knappliga 250 mió. kr. í upprunaliga uppskotinum.
Norðlýsið: Í Tinginum segði landsstýrismaðurin m.a., at fíggjarnevndin undirbudgetterar. Hevur nevndin verið ov langt frammi við spariknívinum?
– Nevndin hevur verið ígjøgnum og mett um allar kontur. Nógvar eru minkaðar, og aðrar eru øktar. Felagsnevnarin er, at málið um javnvág í 2016 má røkkast. Tí mugu almennu stovnarnir fokusera á fíggjarliga disciplin og at halda játtanir. Talan er ikki um undirbudgettering men um sunna fornuft, sigur Bárður Nielsen.
Varligar men hondfastar nýskipanir
Hann heldur, at um henda samgongan skal rætta landsbúskaparligu kósina, koma hallinum til lívs og fara undir at afturgjalda skuld, so er momentið júst nú.
– Afturat disciplineraðum almennum rakstri er neyðugt við reformum ella nýskipanum, sum hava latið bíðað eftir sær. Týðandi er, at nýskipanirnar eru sosialt avbalanseraðar, so hædd verður tikin fyri, at veikir bólkar í samfelagnum ikki verða raktir. Breiðar herðar mugu bera tungu byrðarnar.
Hevur tú eitt dømi um eina sosialt avbalanseraða nýskipan?
– Ja, tak til dømis hetta, at Heilsutrygd endurrindar útreiðslur fyri heilivág. Er tað eitt hugskot, at endurgjald fyri heilivág verður inntøkuregulerað, so tey, ið forvinna mest, fáa minst endurgjald? spyr Bárður Nielsen.
– Politiska øvilsið er at nýskipa varliga men hondfast. Raksturin av vælferðarsamfelagnum má tillagast, men samstundis mugu tey, ið veruliga hava vælferðartænasturnar fyri neyðini, ikki vera fyri vanbýti.
– Hetta er sosial-liberalur politikkur og avgerandi fyri, at Føroyar framhaldandi kunnu teljast millum norðurlendsk vælferðarsamfeløg, leggur hann afturat.
Ríkisveitingin partur av grundarlagnum
Mikið politiskt rumbul stendst á hvørjum ári av ríkisveitingini, ið skal samtykkjast bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum. Soleiðis var eisini í ár, tá ið rættiliga hvast orðaskifti var í Løgtinginum undir 1. viðgerð.
Hevur andstøðan ikki grein í sínum máli, tá ið hon sigur, at leiðin fram móti sjálvbjargni byrjar við at minka Blokkin?
– Í Løgtinginum eru vit so von við, at víðgongdi parturin av andstøðuni ger seg upp, tá ið ríkisveitingin er til viðgerðar. Seriøs tingfólk fyrihalda seg til, at ríkisveitingin og ríkistænastur í Føroyum standa fyri meira enn einari milliard av rakstrinum uppá fimm milliardir krónur. Hetta eru 20% av føroysku samfelagskøkuni. Henda inntøkan tryggjar vælferð í Føroyum – alt annað er uttanumtos og signalpolitikkur.
– Legg til merkis, at meirilutin í Fíggjarnevndini tók undir við einari prístalsviðgjørdari ríkisveiting í trý ár. Hetta er politikkurin hjá samgonguni. Annað er ikki at siga um viðgerðina í Løgtinginum, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini.
Hvat hevur Blokkurin við vælferðina at gera?
– Ríkisveitingin er ætlaður til ávís vælferðarøki í Føroyum, ið Føroyar og Danmark fíggja í felag. Tak t.d. føroyska heilsuverkið, ið er eitt av hesum felags málum. Útreiðslurnar í heilsuverkinum eru øktar við uml. 70 prosentum, síðani fullveldislandsstýrið skar burtur av og fastfrysti ríkisveitingina. Hesa øking hevur landskassin fíggjað einsamallur, hóast hetta er eitt felagsmálsøkið, og tað kostar í vælferðartænastuni hjá heilsuverkinum, ið er skorið heilt inn á bein. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdarloysinum undir fullveldislandsstýrinum, sigur Bárður Nielsen.
Stabilitetur og tryggleiki eru avgerandi
Fíggjarnevndarformaðurin sigur, at bæði vinnulívið og borgarar á hvør sín hátt hava brúk fyri stabiliteti og tryggleika.
– Við stabilum og kappingarførum vinnukørmum er møguligt at skapa búskaparvøkstur, og við stabiliteti, tryggleika og vælferð fyri borgarar fáast føroyingar at trívast. Tá kemur framgongd, og livifóturin fær pláss fyri at hækka, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.




