Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður Olsen aftur á toppinum

Ítróttur

Spenningurin í hølunum hjá Havnar Dartfelag var øðiligur undan fyrstu kappingini um Føroyameistaraheitið í dart 2014/15. Føroyameistarin tvey tey seinatu árini Remy G Hansen hevði undan kappingarbyrjan boða frá at hann vegna skaða ikki fór at verða við í ár, so menn vóru spentir um hvør í ár kom at verða á trónuni. Kappingin í ár er skipa annaðleiðis enn seinnu árini, nú byrjar tvímansleikurin kl 11 og er kappingin í einmansleiki aftaná.

Í tvímansleiki verður trekt um makkara, har 8 teir ovastu á styrkilistanum verða seedaðir. 28 mans vóru møttir til tvímansleikin og endaði tað við eini finalu millum Barður Olsen / Laurits Hansen og Una Árting/ Jan Erik Fjallstein. Endin var at Barður og Laurits ið høvdu víst stórspæl alla kappinga vunnu. Nr 3 gjørdust Jón Jóhansen / Jóhan Hansen og Bogi Isaksen / Jógvan K Hvíthamar. Kl 15 fór einmansleikurin í gongd og var spenningurin øðiligur, menn vóru nú blivnir heitir aftana ein frálíkan tvímansleik og var støði høgt. Fleiri ferðir hoyrdist 180’arnir runga um hølið, so menn hava verið klárir til ársins fyrsta brak. Endin var at finalan stóð ímillum Barður Olsen úr HDF og Boga Isaksen úr KDF. Dysturin byrjaði róliga og vísti tað seg at menn vóru smá nervøsir, aftana tvey tey fyrstu settini stóð á jøvnum 1-1 og so hæðgaði støði, Barður fór frá støðuni 1-1 upp á 4-1 aðrenn Bogi minkaði til 4-2 við 17 pílum, har Barður í sama setti rakti jarnið í bullseye til eina lukking á 164 og 15 pílar. Nú høvdu teir fyrstu nervarnir lagt seg og vóru skorðurnar øðiligar, Bogi fekk nú tveir 180’ara aftrat í kappingin, men tað var ikki nokk, tí Barður vann eina væl leikta finalu 6-3. Nr 3 gjørdust Uni Arting úr HDF og Petur Thomsen av Toftum. 

Næsta kapping verður í Havnar Dartfelag tann 27 September 

Topp 16 í Einmansleiki: 

Nr 1. Bárður Olsen (HDF) 18 Stig 

Nr 2. Bogi Isaksen (KDF) 14 Stig 

Nr 3-4. Uni Arting (HDF) 10 Stig Nr 3-4. Petur Thomsen (Toftum) 10 Stig 

Nr 5-8. Jón Jóhansen (VDF) 6 Stig Nr 5-8. Oddfinn Hansen (HDF) 6 stig Nr 5-8. Rene W Larsen (Naldo) (HDF) 6 Stig Nr 5-8. Jens Albert Simonsen (VDF) 6 Stig 

Nr 9-16. Jógvan K Hvíthamar (HDF) 4 Stig Nr 9-16. Heini V Olsen (HDF) 4 Stig Nr 9-16. Jørgen Meitelberg (HDF) 4 Stig Nr 9-16. Jan McIntoch (HDF) 4 Stig Nr 9-16. Haldor Ellingsgaard (Fuglafjørður) 4 Stig Nr 9-16. Regin Enghamar (HDF) 4 Stig Nr 9-16. Jan Midjord (HDF) 4 Stig 


Topp 8 í tvímansleiki: 

Nr 1-2 Laurits Hansen (HDF) 8 Stig Nr 1-2 Bárður Olsen (HDF) 8 Stig 

Nr 3-4 Uni Arting (HDF) 6 Stig Nr 3-4 Jan Erik Fjalstein (VDF) 6 Stig 

Nr 5-8 Jón Jóhansen (VDF) 4 Stig Nr 5-8 Jóhan Hansen (HDF) 4 Stig Nr 5-8 Bogi Isaksen (KDF) 4 Stig Nr 5-8 Jógvan K Hvíthamar (HDF) 4 Stig

Harleyfacadeacryl