HB leikarin er aftur í besta hópinum hjá KÍ.
Hesa seinastu vikuna hevur nú fyrrverandi HB álopsleikarin Bárður Johnsson Heinesen vant við KÍ. Sum skilst er eingin sáttmáli gjørdur enn, men hann hevur heldur ikki loyvið at spæla fyrr enn flytingargluggin letur upp aftur 21. juni.
Bárður spældi í fjør við HB meistaraliðnum og eisini ein part av fyrru hálvu í ár, áðrenn partarnir steðgaðu samstarvinum.




