Í 50 ár hevur húsið í Barmi staðið at kalla sum tað var gjørt fyri 50 árum síðani, men nú er lonin viðkað.
Fríggjadagin flutti tyrlan hjá Atlantsflo eina lítla lon eystur í Barm. Hetta er eitt lítið rúm, sum er ætlað sum sovirúm afturat húsinum í Barminum. Victor Dánjalsson hevur verið primus motor í tiltakinum, sum nógvir undir menn hava verið við í. Stórur partur av tilfarinum er frá húsunum hjá Hans Josephsen, sála, sum vórðu nmiðurtikin fyri árum síðani og sum Jógvan Gerðalíð hevur fingið til høldar og reinsað.
Jógvan Gerðalíð sigur við Norðlýsið, at tað júst í hesum døgum, t.v.s. seinast í september mánaða eru 50 ár síðani at húsið í Barmi varð bygt.
Tvey ár eftir at húsið varð smíðað í Barmi, varð tað klætt og síðani er at kalla onki sprekið nortið og húsið er í góðum standi. Yngru ættarliðini hava leingið ynskt sær betri umstøður tá liggjast skal í Barmi fleiri nætur og tí var farið undir at byggja hesa smáttuna afturat, sum er ætlað at sova í, ímeðan upprunahúsið verður nýtt til matgerð og til goymslu av ymiskum til seyðahaldið.




