28. mai var hol sett á tilgongdina at orða ein Barna- og Ungdómspolitikk í Klaksvíkar Kommunu.
28. mai var hol sett á tilgongdina at orða ein Barna- og Ungdómspolitikk í Klaksvíkar Kommunu.
Hesa fyrstu vikuna hava fýra verkstovur verið í býráðshøllini, har tey luttakandi vóru starvsfólk, sum starvast við børnum. Verkstovur halda fram tær næstu tvær vikurnar, har enn fleiri fara at luttaka. Millum hesi eru børn og ung í aldrinum 12 til 18 ár, lærarar, námsfrøðingar, dagrøktarar, hjálparfólk, kommunulæknar, Gigni, Barnatannarøktin, foreldraumboð, Barnaverndartænastan og umboð fyri frítíðarfeløg.
Hendan tilgongdin er sera spennandi, og tey luttakandi eru eldhugaði og virkisfús.




