Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Barna OL var í Badmintonhøllini

Tekstur: Oliver Joensen: Myndir Oliver og Esther Dam Hansen

Líka síðani 2003, hevur samkoman í Betesda á nærum hvørjum ári skipa fyri Barna OL fyri sunnudagsskúlabørnum í Klaksvík.

Evnið í ár var “Kom við í Nóa Ørk. Tiltakið var fyriskipað yvir tveir dagar, nevniliga leygardagin og sunnudagin. Leygardagin luttóki børn í aldrinum 0-8 ár og sunnudagn 9 ár og eldri.

Tiltøkini fingu sera góða móttøku. Saman við foreldrum vóru sera nógv børn í høllini leygardagin og tað sama gjørdi seg galdandi sunnudagin, tá vóru tað mest børn, ið luttóku. Á skranni var sangur, drama og nógv ymisk spøl.

Niðanfyri nakrar myndr frá tiltakinum: