Í dag var skipað fyri stórum barnatiltakið í og uttanum Betesda. Børnini vóru deild upp í lið sum umboðaðu ymiskar tjóðir.
Ítróttarkappingar, spøl, klovnar, OL-dansur, vitjan í skattakamarinum og mangt annað var á skránni.
Onkur gamal sum stóð og eygleiddi abbabørnini helt fyri um talan var um "kreativa gudsdyrkan", men hetta var sagt við einum smíli.
Tiltakið var væl fyriskipað og ein rúgva av hjálparfólkum vóru.
Klovnar og hjálparfólk vóru eisini komin frá Doulos.




