Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnaansingargjøldini í Klaksvíkar Kommunu lækka 35%

Nordlysid

Býráðsmeirilutin vil fjølga um barnafamiljurnar, soleiðis at tað verður enn meira attraktivt hjá familjum við børnum at búseta seg í Klaksvíkar Kommunu, og tí verða barnaansingargjøldini lækkað við samanlagt 35% komandi 4 árini.

Býráðsmeirilutinvil fjølga um barnafamiljurnar, soleiðis at tað verður enn meira attraktivt hjáfamiljum við børnum at búseta seg í Klaksvíkar Kommunu, og tí verðabarnaansingargjøldini lækkað við samanlagt 35% komandi 4 árini.

Eittav grundleggjandi málunum, ið býráðsmeirilutin hevur raðfest ísamgonguskjalinum, er at gera nakað ítøkiligt við støðuna hjá barnafamiljunum,sum í hesum døgum eru hart sperdar vegna høga livikostnaðin.

Tíverða ítøkilig tiltøk, sum muna nakað, nú sett í verk, soleiðis at nevnduumstøður verða betraðar, og barnafamiljur fáa betri fortreytir fyri at kláraseg og harvið at støðast og trívast betur í Klaksvíkar Kommunu.

Avtí at barnafrádrátturin í kommunuskattinum, sum higartil hevur verið tað mestbrúkta amboðið í hesum sambandi, ikki munar eins væl til at geva lætta tilbarnafamiljur, hevur meirilutin valt at veita ein munandi lætta í sjálvumforeldragjaldinum fyri vøggustovu-, dagstovna- og dagrøktarpláss, tí harvið feravslátturin beinleiðis til tær familjurnar, sum hava nógv at rinda fyridagstovnapláss hjá børnum sínum.

Hettainniber, at Klaksvíkar Kommuna, ístaðin fyri verandi systkinaavsláttarskipan, seturí verk eina munandi størri lækking av foreldragjaldinum yvir tey komandi 4árini á samanlagt 35%.
Longu 1. januar 2014 lækka øll foreldragjøld til vøggustovur, dagrøkt ogbarnagarðar við sløkum 20%, og síðani heldur lækkingin stigvíst fram við 5% umárið í 2015, 2016 og 2017.

Vøggustovuplásslækka úr verandi 2.400,- kr. niður í 1.564,- kr., svarandi til 836,- kr. ummánaðin ella umleið 10.000,- kr. um árið fyri hvørt vøggustovupláss.

Talan er um hesar lækkingar av ymsu foreldragjøldunumfrá 2014 til 2017:

2013: 100%

2014: 81%

2015: 76%

2016: 71%

2017: 65%

Dagrøktin

2.200,- kr.

1.790,- kr.

1.671,- kr.

1.552,- kr.

1.433,- kr.

Øll vøggustovupláss

2.400,- kr.

1.953,- kr.

1.823,- kr.

1.693,- kr.

1.564,- kr.

Ø­ll barnagarðspláss

1.700,- kr.

1.383,- kr.

1.291,- kr.

1.199,- kr.

1.108,- kr.

Klaksvík, 17.juni 2013

Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Jóhann Lützen,sosialnevndarformaður
Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur
Signhild V. Johannesen,býráðslimur
Óluva Klettskarð, býráðslimur
Kristian EliZachariassen, býráðslimur