Nógvar broytingar eru farnar fram, frá at tann fyrsti barnagarðurin var settur á stovn í kjallaranum í KFUM & K og fram til dagin í dag. Tað verða sett alsamt fleiri krøv til okkum, ið “ansa” børnum, og avbjóðingarnar gerast alsamt størri og størri at vera námsfrøðingur.
Sjálvsagt eiga teir fysisku karmarnir at vera nøktandi, og nýbygging av barnagørðum eigur at uppraðfestast í Klaksvíkar Kommunu. Tí um hugt verður eftir verandi barnagørðum, so eru alt ov nógvar lappaloysnir runt um í býnum, har fleiri stovnar húsast í skúrum, íbúðum og sethúsum. Tá tað er sagt, so er tað ikki bert teir fysisku karmarnir, ið mynda ein barnagarð, og eru við til at børnini mennast. Ofta verður hoyrt at bæði foreldur og børn dáma væl hesar stovnar, og velja teir framum onkran annan, og merkir tað tískil at vit í kommununi hava nøkur dugnalig starvsfólk, ið hava sera vánaligar arbeiðsumstøður.
Tískil vil eg, um eg verið vald inn í býráði, virka fyri at bæði børn og starvsfólk á okkara stovnum fáa góðar karmar at virka og mennast í. Starvsfólk eiga at fáa tað fyrireikingartíð tey hava tørv á.
Hedvig Waagstein, námsfrøðingur og valevni Javnaðarfloksins.




