Havi brúkt rúma tíð, persónliga, uppá at roynt at skilt, hvussu tað ber til, at hugurin hjá summum er so góður til forskúlar, og hvussu tað ber til, at vit hava so ymiskar áskoðanir viðvíkjandi hugtakinum.
Havi brúkt rúma tíð, persónliga, uppá at roynt at skilt, hvussu tað ber til, at hugurin hjá summum er so góður til forskúlar, og hvussu tað ber til, at vit hava so ymiskar áskoðanir viðvíkjandi hugtakinum.
Eg má helst ásanna, at vit vera ikki samd. Tykist fyri mær at okkara barnaáskoðanir liggja so mikið langt frá hvørjum øðrum, at tað verður heldur trupult at sameina hugsanirnar.
Forskúlahugurin tykist byggja á eina áskoðan um, at børn eru óskrivað bløð ella at líkna við tóm kør, har tankin er, at tann vaksni áhaldandi skal fylla í. Annars kemur barnið ongantíð at blíva til fólk. Ein fatan, har fokus er á, hvussu móttakiligt barnið er, og hugsað verður um, hvat barnið skal læra á ymisku menningarstigunum. Minnir eitt sindur um ástøðini hjá Piaget og Freud, har menningin er býtt upp í stig, og barnið skal mestsum megna ávíst stig fyri at koma víðari. Her tykist tað vera skjótari at hugsa, at um barnið ikki lærir tað, sum tað skal, so er galið við barninum – tað hevur ikki klárað okkurt stig frammanundan.
Við hesi fatan er tað, at spurningurin “hvat skal barnið duga, áðrenn tað byrjar í skúlanum”, verður spurdur. Hetta er ein fatan, ið sæst væl aftur í skúlunum, har lesiætlanir seta dagsskránna.
Mín áskoðan er ein onnur. Eg haldi at granskingin vísir, at børn eru íborin førleikarnar/evnini at virka í heimin. Tað er náttúrligt at læra, og tað er náttúrligt, at vilja læra og ávirka sín heim. Uppgávan hjá teimum vaksnu er í stóran mun at tryggja, at vit ikki skapa ella lata forðingar standa, ið kunnu avmarka menningina/læringina hjá børnunum. Tann vaksni hevur ábyrgdina av at tryggja eitt gott læruumhvørvi, ið ikki tekur hugin til lærdóm burtur.
Barnið verður fatað sum ein persónur við sínum egnu tankum, ynskjum og evnum. Barnið vil sjálvt ávirka sín heim, og hvussu tað er saman við øðrum børnum og vaksnum. Leikluturin hjá teimum vaksnu gerst tá meira ein spurningur um at vera vegleiðari, hjálpa við at seta orð á tankar og ynski, hjálpa við at røkka teimum ynskjunum, sum barnið hevur.
Gjøgnum øldir hava børn spælt seg til ta vitanina, tey hava tørv á fyri at megna tað samfelagið, tey liva í. Eitt gott dømi um tað er, hvussu lætt tað er hjá børnunum at ogna sær teir førleikar, ið skulu til fyri at brúka nýggjastu tøknina, fartelefonir, teldlar og annað, ið vit vaksnu mugu ásanna av og á spæla okkum eitt puss.
So eg vænti, tað verður ikki lætt at finna eitt felags stev – og tað er helst torført hjá summum at broyta áskoðan ella viðurkenna, at kanska forskúlaskipanin ikki er tann besta leiðin at ganga. Serliga tá hugsað verður um, hvussu stór orku er løgd í at verja forskúlaloysnina.
Tíverri tykist tað sum, at ráðgevararnar hjá mentamálaráðharranum hava somu barnaáskoðan, sum tey forskúlahugaðu byggja sína áskoðan á.
Mín vón er tó at vit megna at endurhugsað støðuna, soleiðis at barni gerst vinnarin.




