Leygardagin 18 apríl var barnadansistevnan 2009 hildin í Suðuroynni. Tað vóru dansifeløgini í Suðri í samstarvi við Sláið Ring, sum skipaðu fyri.
Barnadansistevnan hevur verið eitt afturvendani tiltak seinastu seks árini. Øll árini hevur stevnan verið væl eydnað, og hendan stevnan var einki undantak. Úti við fimmhundrað børn og vaksin luttóku á stevnuni.
At Barnadansistevnan klárar at savna so nógv fólk, er at frøast um. So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er komin á fallandi fót, men tað var torført at hóma gravarbakkan henda dagin. Hví so er, kunnu vit gita um, men samstarvið millum dansifeløgini og skúlarnar, saman við stuðulinum frá Mentamálaráðnum gera, at tiltakið ár eftir ár savnar børn og ungdóm um føroyska dansin. At fjølmiðlarnir geva stevnuni ans hjálpir eisini val til.
Vónandi kann hetta samstarvið halda fram, tí hetta er sera týðandi fyri mentanararv okkara. Tað er á slíkum stevnum at børnini fáa tað mentarnarligu felagskenslu, sum skal til fyri at bera arvin víðari. Tað er á slíkum stevnum at eldsálirnar, sum eru gull verdar, fáa brenni til berandi logan. Tað er á slíkum stevnum at vaksin, sum annars ikki eru limir í dansifeløgum, koma í samband við dansin.
Tað er á slíkum stevnum, at dansurin veruliga er fólksins ogn.
Dansistevnan 2009 eydnaðist sera væl, og vilja vit at enda takka feløgunum í Suðuroynni fyri tiltakið, sum var framúr væl úr hondum greitt. Eisini vilja vit takka manningini umborð á Smyrli fyri beinasemi og góða tænastu.
Sláið Ring, www.slaid-ring.fo




