Tað er gamalt at enda dansin fyri veturin við einum røttum føstudansi. Og tað má man siga at vit gjørdu á Húsum fríggjadagin.
Bæði á Viðareiði, á Húsum og í Klaksvík hava fleiri børn dansað føroyskan dans í vetur.
Hetta er triðja árið, at vit dansa í Klaksvík, og tað koma fleiri og fleiri børn.
Vit vóru ein túr á Húsum síðsta ár. Og aftur í ár bjóðaðu tey viðingum og okkum yvir.
Á føstu hava vit sligið tunnu í Skálanum. Men nú tá fari varð til Húsar, tóku vit bara tunnuna við.
Vit máttu fara út í tveimun fríggjadagin. Barsskor tók ikki øll ein túr. Seksogtjúgu komu av Viðareiði og tjúgu úr Klaksvík. Veðrið vísti seg frá sínari góðu síðu, ein kaldur, men penur dagur.
Á Húsum stóð smurt breyð fyri okkum, og onki var spart. Kl.19 varð byrja at sláa tunnu. Børnini vóru nógv og í øllum aldri frá 5 upp til 15 ár. Men tað tók eina løtu at fáa tunnuna niður. Nøgv gjørdust køld og fóru inn í skúlan at heita seg, inntil tað var teirra túrur aftur at sláa. Tey vaksnu royndu seg eisini við gassanum, so man má siga at tunnan var sterk. Men kl. 21 fór síðsta fjølin og kattakongurin var funnin.
Kakur og drekka kom á borðið sum sjálvtøka. So varð dansa. Og tað var skjótt at hitið kom í kroppin.
Gjøgnum veturin eru børnini komin, um ikki at duga, so at kenna nógv ymisk kvæði. Tað eru kvæði í tí lættara endanum og barnasangir, sum kunnu brúkast at dansa eftir. Og tað tóku vit alt ígjøgnum hetta kvøldið. Veturin kom við kulda og kava, kom fyri eini tríggjar ferðir, og tá rungaði tað éisini í. Men annars so var tað, sum at alt, sum tey kendu skuldi takast. Fleiri høvdu ikki tíð at hava pausu, tí tey komu í tankar um okkurt, sum ikki var kvøtt. Nøkur, serliga av Húsum, skipaðu uttan at blunka. Og tá tað mesta av tí gamla var kvøtt, trivu tey eisini dansin til nýggjar landaplágur. Men tað fara vit friðarliga avstað við fyri fyrst – tað er okkara millum!! Nógv verður gjørt, tá lagið er gott, og tað er stuttligt at royna nakað nýtt.
Aftaná kl 1 fóru tey minstu í song, men fleiri vóru ikki til at steðga fyrr enn kl 3. Tá vit endaðu við : Nú dagurin at enda er.
Tað bleiv til lítlan svøvn, tí longu klokkan hálvgun tíggju skuldu vit umborð á Barsskor og aftur til hús.
Vit vilja her takka tykkum á Húsum fyri blíðskapin.
Tann 19. mars (leygardagin áðrenn pálmasunnudag) fara vit at hava eitt páskaligt tiltak uppi í Skálanum at savna pening inn til at ferðast fyri.
Í føstu verður ikki dansað, men vit byrja aftur aftaná páskir.Tað verður at fyrireika okkum til dansistevnuna í Havn, sum Slái ring skipar fyri. Og tey elstu skullu eisini ein túr til Finnland í summar.




