Hvørt ár hava tey, sum dansa barnadans her norðuri gjørt ein túr, tað hevur t.d. verið til Nólsoyar, Sumba og Strendur. Ì ár var avgjørt at fara til Svínoyar.
Tað vóru 54 børn, ung og vaksin, sum fóru avstað við Másanum hósdagin, seinni løgdust fleiri aftrurat. Endamálið var at samla børn og ung av Viðareiði, Húsum og úr Klaksvík til dans, dansispøl og at læra kvæði.
Tað var onki aldursmark og tey yngstu vóru undir ár, fleiri børn vóru um og í skúlaaldri og fleiri ung vóru eisini.
Ì Svínoy var ferðalagið bítt og fóru í fýra hús at sova.
Bygdahúsið var brúkt til at eta í, øll passaðu ikki til í senn, men har var fínt at vera.
Veðrið var missjavnt, men Dýrabiðidag var fínasta veður og útflukt var gjørd til Àrantsholu.
Nógv varð kvøtt og dansa, um kvøldið fóru børnini hús úr húsi at bjóða í dans og fleiri Svínoyingar og gestir komu at dansa, so dansurin gekk gott í tí 100 ára gomlu dansistovuni.




