Um 14.30 tíðina fóru børn og vaksin í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar Býráð av Sandinum við hornorkeystrinum fremst í skrúðgongu niðan á fótbóltsvøllin.
Tað var ein hugalig sjón, at síggja øll børnini, saman við starvsfólkunum í góðveðrinum á ferð. Hóast hóttandi høgætt, so skikkaði veðrið sær sera væl ímeðan barnafagnaðurin var. Á fótbóltsvøllinum var skipað fyri ymiskum til undirhalds. Finn og Co skipaðu fyri skemtiliga partinum, ímeðan Karl Martin Samuelsen saman við Magna Husgaard stóðu fyri sanginum. Børnini høvdu vant ein tilukkusang til Klaksvíkar Kommunu, nú hon fyllir 100 ár, so sigast má at sera hugaligt var at hoyra tey syngja, ikki minst, tá tey trivu í "Sóljugentuna" beint niðanfyri bústaðin hjá Bernhardi Brim sála. Silvi og Bassi vóru sjálvandi eisini á staðnum so alt í alt fingu børn og vaksin eina góða uppliving.




