Dagstovnanir og Dagrøktin skipaðu ídag fyri árliga Barnafagnaðinum. Sigrun Vagstún, leiðari á stovnunum hjá Klaksvíkar Býráð sigur, at starvsfólkini saman við børnunum hava gjørt sera nógv burturúr í ár.
Longu í marts mánaða velja teir ymisku stovnanir tema, sum tey arbeiða við fram til Barnafagnaðin. Í ár var evnið “Ymiskar mentanir”.
Tað sást væl aftur í skrúðgonguni ídag. Onkur hevði valt Føroyar, onkur Danmark, Argentina var eisini ímillum londini og fleiri onnur.
Um nærri verður hugt eftir myndunum, so hava børnini frá Dagrøktini “brølapur” við føroyskum flaggi bundið uppí. Hetta eru pløgg, sum dagrøktarnir sjálvir hava bundið til børnini.
Børnini, sum luttóku í dag, vóru útivið 500 í tali. Tey komu ikki bara úr Klaksvík. Børn av Viðareiði og úr Hvannasundi vóru eisini við í skrúðgonguni.
Gingið var av økinum við Sandin og heim eftir Klaksvíksvegnum niðan á fótbóltsvøllin, har ymiskar framførðslur vóru fyriskipaðar, millum annað felagssangur og føroyskur dansur.




