Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnafagnaðurin 2023

klaksvik.fo

Í samband við Norðoyastevnuna verður aftur í ár skipað fyri barnafagnaði fyri børnunum í dagstovnaskipanini í Klaksvíkar kommunu.

 

Sambært veðurforsøgnina verður veðrið gott norðanfyri, so ætlanin er at hava barnafagnaðin mikudagin 31. mai. Um veðrið ella annað broytist, verður endalig støða verður tikin til tiltakið týsdagin 30. mai.

Dagstovnarnir hava seinasta árið sett ljóskastaran á týdningin av at spæla, at børn hava góðar spæliumstøður og at tey vaksnu luttaka í spælinum saman við børnunum. Barnafagnaðurin verður tí í ár merktur av, at børnini fara at spæla.

Børnini møtast við Sandin og ganga skrúðgongu niðan á fótbóltsvøllin og rennibreytina. Har fara børnini at spæla ymisk spøl og syngja sangir.

Í dagstovnaskipanini eru í dag 453 børn í aldrinum frá 10 mánaðir til 7 ár.