Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnafagnaðurin í dag kl. 10.00

Dávur Winher

Felagstiltakið fyri børn á dagstovnum í Norðoyggjum verður í dag kl. 10 – byrjað verður á Sandinum og gingið verður niðan á fótbóltsvøllin. Talan verður um fjøllbroytt undirhald, har allir aldursbólkar fáa nakað burturúr. Arbeitt verður tvørtur um kommunumark. Tey luttakandi er allir dagstovnar og dagrøktarskipanir í økinum.

Hesi eru: Barnahúsið Margit, Mylnuhúsið, Dr. Margrethu Barnagarður, Fjallafípan, Blákollan, Dagrøktin í Klaksvík, Barnahúsið Imba á Fossanesi og Dagrøktin á Viðareiði. Saman lagt er talan um 500 børn úr Norðoyggjum. Harumframt luttekur Klaksvíkar Bókasavn.


Endamálið við tiltakinum:

At barnaansingin verður sjónlig í lokalsamfelagnum

At menna skapandi evni hjá børnum

At virðismeta og brúka tað, sum børnini hava gjørt

At børnini virðismeta tað, sum onnur børn hava gjørt

At onnur fáa innlit í tað námsfrøðiliga arbeiðið, sum stovnarnir gera

At arbeiða við einum felagsevni, har hvør einstakur stovnur/aldur gevur sítt íkast


Felags arbeiðsevni

Longu tíðliga í tilgongdini er avgerð tikin um, at dentur skal leggjast á málsliga menning hjá børnum og síðani hava stovnar skotið upp, hvat amboð er hóskandi at arbeiða við til tess at styrkja um málsligu menningina. Niðurstøðan gjørdist, at felags arbeiðsevnið fyri 2015 er Søgur og forteljing/frásagnir.

Hetta evnið gevur nógvar og fjølbroyttar møguleikar t.d.

-Velja ein rithøvund at fara í dýpdina við

-Velja føroyskar barnabókaútgávur burturav

-Finna fleiri barnabøkur um t.d. sjórænara og viðgera tað

-Lata børnini gera egnar søgur

-Ymiskir hættir/amboð til søgufrásøgn….gera stórar myndir, nýta uppvørpu, leggja ljóð til


Arbeitt hevur verið við evninum frá 15.mar 2015 til 1.juni 2015. Í viku 23 tá tiltakið endar, verður skipað fyri skrúðgongu frá Sandinum og niðan á fótbóltsvøllin, har ymiskt sum hevur við Søgum og frásagnum verður á skránni. Børn og vaksin fara at framføra við frásagnum, leiki, sangum og undirhaldi. Talan verður um fjøllbroytt undirhald, har allir aldursbólkar fáa nakað burturúr. Seinnpartin verður framsýning fyri foreldur og avvarðandi.


Harleyfacadeacryl