Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnafátækradømi: Hvørjum bíða vit eftir?

Sonja J. Jógvansdóttir

Vit hava allar tær neyðugu fortreytirnar fyri at basa barnafátækradøminum, tað einasta sum manglar er viljin til at gera tað. At vit ikki langt síðani hava fingið skipanir, sum lyfta børn úr fátækt er skomm, men tað umber ikki okkum, sum nú sita í løgtinginum at sita hendur í favn. Innan árslok skulu skipanir vera, sum lyfta øll børn úr fátækraváða. Onki annað kann góðtakast í einum so ríkum landi sum okkara.

Vit hava allar tær neyðugu fortreytirnar fyri at basa barnafátækradøminum, tað einasta sum manglar er viljin til at gera tað. At vit ikki langt síðani hava fingið skipanir, sum lyfta børn úr fátækt er skomm, men tað umber ikki okkum, sum nú sita í løgtinginum at sita hendur í favn. Innan árslok skulu skipanir vera, sum lyfta øll børn úr fátækraváða. Onki annað kann góðtakast í einum so ríkum landi sum okkara.

Ein av stóru skommunum hjá politisku skipanini er, at hon ikki langt síðani hevur tikið hond um barnafátækradømi. Tað er ikki bert ein ávísur flokkur ella samgonga, sum kann lastast fyri hetta.

Barnafátækradømi hevur helst altíð verið partur av samfelagnum, men seinastu 4 árini ella síðani mai 2011, hava vit havt neyv hagtøl, sum lýsa støðuna, og sum kunnu nýtast sum grundarlag, tá ið skipanir skulu gerast, sum hjálpa hesum børnum.

Tað er í dag ongin umbering fyri at sita hendur í favn. Tað er skjalfest í fátækragranskingini at børn bera avleiðingarnar av at liva í fátækt við sær inn í vaksamannatilveruna, og at sjálvt stutt tíð í fátækraváða hevur stóra neiliga ávirkan á eitt barn.

Vit hava alla tað vitan sum er neyðug fyri at seta inn og lyfta hesi børn úr fátækraváða. Vit vita hvørji tey eru, hvar tey búgva, hvussu gomul tey eru og í hvørjum húsarhaldum tey liva í.

Vit vita, at tað serliga eru smábørn undir skúlaaldur, sum liva í fátækraváða, og at stakir uppihaldarar eru harðast raktir. Eisini pør við við lágum lønum ella pør sum eru lesandi, sjúk, arbeiðsleys ella eru rakt av eini sosialari hending liva í fátækt, og merkja teirra børn avleiðingarnar hvønn dag.

Vit vita eisini, at vit hava um 500 børn, sum liva í langtíðarfátækradømi, og at støðan hjá teimum er munandi versna seinastu árini, tí tey eru vorðin fátækari, og hava ikki fingið nakran lut í tí framburði, sum annars hevur verið í samfelagnum.

Ein loysn sum lyftir hesi børn úr fátækraváða má koma nú. Kemur hon ikki heilt skjótt úr almannaráðnum má løgtingið sjálvt taka um endan og loysa henda trupulleika.

Uppskotið, sum var sent til hoyringar fyrr í summar frá undanfarna landsstýrinum, loysti ikki trupulleikan við barnafátækradøminum, tí tað var alt ov avmarkað. Uppskotið var ov illa fyrireikað og gjøgnumarbeitt, og umsitingarkostnaðurin var stórur í mun til ta hjálpina, ið barnafamiljur kundu fáa. Til bar ikki eingongd at fáa vitan um, hvussu nógvum børnum uppskotið hevði hjálpt úr fátækraváða. Tí kann hetta uppskot ikki brúkast aftur, og landsstýriskvinnan við almannamálum má finna ein nýggjan leist, sum veruliga hjálpir børnum úr fátækraváða.

Í einum so ríkum samfelag, sum tí føroyska, er tað skomm, at vit lata børn vaksa upp í fátækt. Ábyrgdina av einum fátækum barni má samfelagið taka á seg og loysa.