Tey hugnaðu sær í Archi’s cafe, í Trøllapæturhúsinum, á Bókasavninum og høvdu eisini verið úti í Grøv har tey sóu nógvu fiskarnar í gamla svimjihylinum.
Tey í barnagarðinum í Hvalvík plaga at vitja á Sjómannadegnum, men tá tey nú frættu, at fiskarnir skuldu út í Grøv aftaná, avgjørdu tey heldur at koma til Klaksvíkar nú, og tey fingu ein góðan dag. Fyrireikararnir hildu, at vitjanin í Archi’s cafe var júst nakað fyri børnini, og tað áttu allir barnagarðar í Føroyum gjørt sær dælt av. Sum myndirnar vísa, so var hugni saman við Steintór og dóttrini og eisini var høvi at vitja Trøllapæturhúsið:




