men um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Barnahúsið IMBA lat upp 1. apríl 2012. Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla.
Vit kunnu bjóða tær
eitt starv á 30 tíma viku, frá 14. august 2017.
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi, sum
- hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum
- er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
- hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum
- er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt
- sær møguleikar fram um forðingar
Vit kunnu bjóða
- ein nýggjan stovn við arbeiðssomum starvsfólki
- ein stovn við góðum uttandura spæliplássi
- ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll
Setanarviðurskifti
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
og tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar
Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2017, kl. 10.00.
Nærri kunning um starvi fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891.
Umsóknin skal sendast til:
Barnahúsið IMBA
Fossávegur 23
730 Norðdepil
ella við t-posti til: barn@hvannasund.fo




