Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnakonur og løgmaður

Oliver Joensen

Okkara løgmaður er sum kálvur í flóðri í sjúkrahúsmálinum.

Sjúkrahúsverkið hevur brúkt meira pening enn sjúkrahúsverkinum er tillutað, og tað er galdandi fyri øll trý sjúkahúsini, tó mest á Landssjúkrahúsinum, har umleið 30 milliónir koma at mangla í, sum er umleið tað sama sum manglaði í hjá sama sjúkrahúsi í fjørð.

Tað sum kanska er mest margháttligt í útsøgnum løgmans, tá hann úttalar seg til Dimmu er, at hann tosar mest um hvat kann sparast á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sjálvt um lógin um umbøn av einari millión til kanning sigur at kanningin skal gerast av landssjúkrahúsinum, sambært heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.

Jóannes Ejdesgaard, løgmaður tekur dømi fram um barnakonu úr Fuglafirði og barnakonu úr Klaksvík, og heldur, at klaksvíkskonan tað sama kann koyra til Havnar, sum fuglfjarðarkonan.

Her er løgmaður heilt víst ikki nóg væl kunnaður. Vit hava eina jarðamóðurskipan sum gevur kvinnum møguleikan at velja, um tær vilja eiga heima ella á nærmasta sjúkrahúsi. Harafturat er tað í roynd og verðu soleiðis, at er nakar mistanki um trupulleikar hjá eini barnakonu í Klaksvík, so fer hon til Havnar at eiga barn sítt, tí Landssjúkrahúsið hevur kuvøsu og ekspertisuna um trupulleikar eru.

Hví løgmaður júst nevnir barnakonur í samband við sjúkrahúsverkið er eisini ilt at meta um, tí tað at skula eiga børn hevur ongantíð verið tikið fyri at vera ein sjúka.

Løgmaður tosar eisini um dupultfunktiónir og vil ikki vera kallaður lokalpatriotur, tí hann ikki vil hava at Sjúkrahúsið í Klaksvík skal gera tað sama sum sjúkrahúsið í Havn. Hegnisliga nevnir hann ikki Suðuroyar sjúkrahús.

Tað má væl vera soleiðis, at nakrar standardfunktiónir eru á hvørjum sjúkrahúsi, sum eru grundvøllurin undir allari sjúkraviðgerð. Tað slepst valla undan at um onkur brýtur beinið Í Klaksvík og fer á Klaksvíkar Sjúkrahús, so gera tey tað sama her, sum á Suðuroyar Sjúkrahúsi um ein suðuroyingur brýtur beini og helst í Havn eisini.

Ongin skylir løgmann hann hevur førkað seg út á tunnan ís við detaljuúttalilsum sínum um Klaksvíkar Sjúkrahús, sum sambært lógini um kanning áttu at verið um landssjúkrahúsið. Harafturat tykist hann hava sera litið innlit í hvat fyriferðst í sjúkrahúsverkinum.