Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnarenning og motiónsrenning leygardagin

Treysti

Í samband við FM í hálvmarathon, sum verður í Klaksvík leygardagin, so skipar Treysti eisini fyri bæði barnarenning og motiónsrenning har øll eru vælkomin at luttaka.

Barnarenningin verður kl. 13.30 og renna allir bólkar sama tein á knappar 700m, sum er eitt umfar runt um Akursmørk. Startur og mál eru uttanfyri Eik. 
Bólkarnir hjá børnum eru hesir:
Gentur og dreingir -7 (f.2006 ella seinni)
Gentur og dreingir -10 (f.2003-2005)
Gentur og dreingir -13 (f.2000-2002)
Gentur og dreingir -17 (f.1996-1999)
Motiónsrenningin er 7 kilometrar, sum er eitt umfar av hálvmarathon rutuni. Runnið verður frá Eik út á Bumshamar at venda, norður til Nema at venda og aftur til Eik. Motiónsrenningin byrjar kl. 14.00 saman við teimum sum renna hálvmarathon.
Bólkarnir í motiónsrenningini eru hesir:
Menn og kvinnur (f. 1968-1997)
Menn og kvinnur veteranar (f. 1958-1967)
Menn og kvinnur supervet. (f. 1957 ella fyrr)
Heiðursmerkir verða latin nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Handanin fer fram í Badmintonhøllini kl. 17.00.
Tilmelding fer fram á www.fif.fo undir tilmelding. Seinasta freist at melda til á netinum er fríggjakvøldið kl. 23.00. Eisini kann meldast til í Intersport millum kl. 12-13 leygardagin. Kostnaðurin er kr. 50 fyri børn og kr. 100 fyri vaksin.