Leygardagin 8.dec frá kl 14 til 17. verður konsert o.a í Kí høllini
Tað verður ein spennandi dagur í kí høllini leygardagin
Tveir bólkar koma at framføra tónleik. Teir báðir bólkarnir eru 25 oyra og Alarm hetta eru bólkar úr klaksvík í hava sín uppruna í virkishúsinum.
Og leygardagin koma teir so at framføra teirra tónleik í kí høllini. Menmen har verður anna gott eisini. Hoppiborg og sumo restling til børn verður eisini.
Ein klassi úr handilsskúlanum kemur at hava fiskibrunn og okkurt anna gott.
Ja og so kemur sjálvur Bassi eisini at vitja.
So hetta skuldi verði eitt uplakt høvi hjá barnafamiljum at komi og havt eina hugnaliga løtu saman við Bassa, tónleiki og spæli.




