Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnlek 2017 sett í Klaksvík í dag

Txt. og myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 16 verður stóra norðurlendska barnadansistevnan, kallað Barnlek 2017, sett á fótboltsvøllinum í Klaksvík. Talan er um 550 luttakara frá øllum norðurlondum, har 150 teirra koma úr Føroyum.

Stór prýðilig skrúðgonga fer úr Vágstúni og gongur niðan á vøllin, har setanin verður. Rasmus Joensen, formaður fyri Sláið Ring og Jógvan Skorheim, borgarstjóri halda røðu. Eisini verða vístir dansileikir.

Tað er ein stór skipan og fyriskipan, sum liggur handan eina so stóra dansistevnu við so nógvum ungdómumum. Luttakararnir búgva á Skúlatrøð og í Tekniska skúla.

Danny Osberg Højsted samskipar stóra vaktartoymið, ið knýtir seg at stevnuni. Hann sigur at heili 100 fólk eru við í vaktarskipanini, sum er lutað sundur og er tøk allan sólarringin. Eisini eru samarittar knýttir at stevnuni. Stórt vaskilið, sum Jan Simonsen stendur fyri, er eisini ein umráðandi partur, so øll kenna seg væl.

Skipað er fyri útferðum, so tey eisini síggja, kanska serliga norðara part av Føroyum. Eisini hava tey verið við til fiskikappingar og annað til undirhalds.

Men um kvøldarnar er tað dansurin, ið er á skrá. Hesum dansi standa tey ymsu londini fyri. Ikki fyrr enn um miðnáttarleitið er dansiskráin liðug, so svónlagið er gott, og alt gongur sáttliga fyri seg í góðum róma, verður sagt.

Tað skal nógvur matur til so nógvan ungdóm og tey mongu vaksnu, sum eisini eru við. Hesum stendur Viljin fyri, sum er væl útgjørdur til endamálið. Etið verður KÍ-køllini, meðan dansurin er í Badmintonhøllini.

Tey vitjandi lata væl at umstøðunum og fyrireikingingunum. Tey halda at tað er heppið, at skúlarnir tey búgva í, og hallirnar, tey eta og dansa í, liggja so tætt saman, at tit ber at ganga ímillum, heldur enn, sum í onkrum føri, at koyrt verðuð longri leið við bussi.

Tey leggja afturat, at her er sera vakurt og at henda ferðin til Føroyar og Klaksvíkar verður heilt víst eitt minni fyri lívið hjá teimum ungu.

Høvuðsfyriskipanina av stevnuni hevur Sláið Ring saman við Klaksvíkar Dansifelag staðið fyri. Tó at Barnlek 2017 stendur á skrá 6. – 9. juli, komu fyrstu luttakararnir 2. juli og fara tey avstað aftur 10. juli.

Harleyfacadeacryl