Sum siðvenja er, so verður aftur í ár ein almenn innandurakapping í fótbólti millum jóla og nýggjár.
Leygardagin 29. desember 2007 verður almenn innandurakapping fyri vaksin í KÍ-Høllini.
Leikt verður eftir vanligum reglum við fýra leikarum frá hvørjum liði á vøllinum í senn. Loyvt er at hava ein eykaleikara.
Í mesta lagi tveir leikarar, sum í kappingarárinum 2007 hava leikt í Formuladeildini ella 1. deild, kunnu vera á hvørjum liði.
Luttøkugjaldið fyri hvørt lið er kr. 500,-
Tilmelding fer fram á tlf. 590909 (Niclas Niclasen) ella 219886 (Meinhardt Joensen) innan hósdagin 27. desember kl. 20.00.
Nærri boð um dystrartíðir leygardagin 29. desember verða givin seinni.
Kappingin er stuðlað av Barok.




