Sum siðvenja er, so verður aftur í ár skipað fyri almennari innandurakapping í fótbólti millum jóla og nýggjár.
Sunnudagin 28. desember 2008 verður almenn innandurakapping fyri vaksin í KÍ-Høllini í Klaksvík. Aldursmarkið er 16 ár.
Leikt verður eftir vanligum reglum við fýra leikarum frá hvørjum liði á vøllinum í senn. Loyvt er at hava ein eykaleikara.
Í mesta lagi tveir leikarar, sum í kappingarárinum 2008 hava leikt í Formuladeildini ella í 1. deild, kunna vera á vøllinum í senn.
Luttøkugjaldið fyri hvørt liðið er kr. 500,00.
Tilmelding fer fram á tlf. 21 98 86 (Meinhardt Joensen), tlf. 59 09 09 (Niclas Niclasen) ella umvegis teldupost á innandura@hotmail.com
Seinast freist at melda lið til er fríggjadagin 26. desember kl. 20:00.
Nærri boð um dystartíðir sunnudagin 28. desember verða givin seinni.
Kappingarreglar verða lýstir í høllini á leikdegnum.
Fyrireikarnir leggja stóran dent á, at reglarnar verða yvirhildnar. Lið, sum ikki halda reglarnar, verða tveitt úr kappingini og fáa ikki luttøkugjaldið endurgoldið.
Kappingin er stuðlað av Barok.




