Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barsskor í briminum á Trøllanesi í 1965

Jákup Andreasen

Á hesi myndini frá á sumri í 1965 kundi tað næstan sæð út sum um, at Barsskor er við á fara á land sunnanfyri Stíggin á Trøllanesi, men tíbetur er tað ikki so. Teir gera klárt at stjóra vørur og mjólkardunkar umborð og í land av postbátinum, og Páll Østerø í Útistovu stendur íbundin niðast á klettinum. Tvey ár eftir at myndin varð tikin, gjørdu teir fyrstu royndina at stoypa ein bryggjukant niðri á Stíggj, men brimið fór nokkso skjótt avstað aftur við betonginum.

 

Í 1965 átti Hugo Gardar postbátin, og pápi sigldi við har í eini tvey ár ella reiðiliga tað, og tá var eg ofta við honum. Eg síggi, at báturin hevur tað gamla stýrhúsið, og útstoytið er frá Callesen motorinum, sum var í bátinum tá. Tað, sum kann ræða meg við myndini, er tann manglandi trygdin hjá manningini. Tá høvdu teir ofta lítlabát upp á sleip at rógva í land við, men um tað ikki var brúk fyri honum, varð báturin sleptur úti á fjørðinum, tí annars kundi hann koma sendandi móti Barsskor og bróta frá sær. Síðan sigldu teir eftir lítlabáti, tá teir vóru lidnir at stjóra. Lítlibátur kundi annars verið hentur, um nakað hendi við motorinum, meðan teir stjóraðu.

Umleið hálvt ár eftir, at myndin er tikin, fór motorurin á Barsskor í smildur, og tá lá báturin tíbetur ikki í briminum á Trøllanesi. Hetta hendi sjálvan jólaaftan í 1965, tá vit høvdu verið við skipsmonnum í Kalsoynni, og vóru komnir inn aftur á Pollin. Tað hoyrdist eitt buldur úr maskinrúminum, motorurin steðgaði, og hann var so illa farin, at har gjørdist onki. Gamla radioútgerðin umborð riggaði ikki, so har gjørdist onki uttan at royna at blussa við tvisti og olju á eini jarnstong. Vindurin lá tíbetur inn eftir Pollinum, so tað var ongantíð beinleiðis vandi á ferð, men har lógu vit hjálparleysir nokkso leingi. Tá fekk onkur bilur á Ánavegnum eyga á okkum, og vit fingu sleip til kai í Klaksvík.

Jógvan K. Mørkøre á Eiði tók myndina á sumri í 1965 og lænti mær hana

Harleywoodpaint