Nú verður aftur møguligt blíva fergaður tvørtur um Vágna.
Í samband við Føroya Sjómannadag, ið verður komandi leygardag 20. August, fer fyrrverandi strandferðaskipið Barsskor, at sigla gomlu klaksvíksrutuna. Henda rutan var tvørtur um Vágna tvs. av Stongunum yvir á kaiina niðanfyri Skipafelagið. Barsskor fer at sigla 3 túrar, og kostnaðurin fyri ferðaseðilin verður tann sami, sum tá seinast rutan varð silgd tvs. 25 oyru. Túrarnir verða silgdir hesar tíðir:
Av Stongunum (Niðanfyri Shell)
kl. 9:30
kl. 14:30
kl. 17.00
Av Vestaru kai (Niðan fyri Skipafelagið)
kl. 9:45
kl: 14:45
kl. 17.15




