Møguleiki er fyri, at Bartal Eliasen og Sjúrður Jacobsen fara at býta um felag til kappingarárið í ár.
Møguleiki er fyri, at Bartal Eliasenog Sjúrður Jacobsen fara at býta um felag til kappingarárið íár.
Venjingarnar eru farnar í gongd ífeløgunum í Effodeildini, men hjá teimum flestu manglar enn taðseinasta at áa uppá pláss í sjálvum leikarahópinum.
38 ára gamli ÍF liðskiparin seinastuárini, Bartal Eliasen, hevur ikki gjørt sáttmála við ÍF enn oghevur ikki vant við liðnum higartil í ár. Sum skilst er orsøkin,at tað enn ikki er avgjørt, hvar Bartal spælir í ár. Og liðið,sum leggur nógv fyri í royndunum at fáa Bartal í sín hóp, erNSÍ. NSÍ manglar kanska ein royndan stýrimann í verjuni, tíliðið hevur seinastu árini latið í so nógv mál inn í mun tiltey bestu liðini. Eisini ljóðar, at tað er uppá tal, at BartalEliasen verður leikandi hjálparvenjari hjá NSÍ, sum framvegisikki hevur sett navn á ein hjálparvenjara hjá Trygva Mortensen. Sostatt fær ÍF harða kapping um undirskriftina hjá roynda verjuleikaranum.
Bartal hevur fyri tað mesta spælt viðÍF í síni fótbóltstíð, men hevur eisini spælt við GÍ ínøkur ár. Hann er skrásettur fyri 354 dystir og 72 mál í bestudeildini.
Sostatt er møguleiki fyri at vit fáaeitt kappingarár, har NSÍ legendan Sjúrður Jacobsen spælir viðÍF, meðan ÍF legendan Bartal Eliasen spælir við NSÍ.




