Bartal Eliasen sigur, at hann onga avgerð hevur tikið viðv. sínari fótbóltsframtíð.
Bartal Eliasen er 37 ár og týðandi partur av ÍF liðinum, sum seinastu árini hevur myndað toppin í føroyskum fótbólti tó uttan at hava vunnið nakað. Tvær finalur í steypakappingini og tvey 2. pláss í Effodeildini er tað blivið til seinastu 4 árini.
Einki avgjørt enn
Bartal Eliasen tók í 2013 eina seina avgerð m.a. vegna flogbóltin um at halda fram við fótbóltinum. Nú er flogbólturin ikki ein forðing, men tó hevur Bartal onga avgerð tikið.
– Eg havi onga avgerð tikið enn. Ring í mars, so skal eg svara við vissu. Eg havi ikki tosað við ÍF og ikki gjørt upp við meg sjálvan enn, hvat eg skal við fótbóltinum. Men flogbólturin er ikki nøkur forðing hesaferð. Kundi eg vant 2 ferðir um vikuna, so spældi eg heilt vist, men at venja 5 ferðir um vikuna er truplari, tí kroppurin krevur longri tíð í hesum aldrinum at koma fyri seg í. Og hóast man altíð er opin fyri øllum, so er neyvan so sannlíkt at fara at skifta felag nú og serliga ikki frá einum liði, sum er endað sum nummar 2 seinastu 2 árini, sigur Bartal Eliasen við nordysid.fo.




