Tað er framvegis ivamál um fleiri av teimum meira royndu leikarunum í Effodeildini taka eitt ár afturat.
Í gjár skrivaði nordlysid.fo, at Heðin á Lakjuni fyribils ikki spælir aftur, tó at hann ikki hevur tikið eina endaliga avgerð enn. Hjá fleiri øðrum feløgum hevur vamál verið um nakrar av teimum royndu leikarunum. Men í Fuglafirði venur Bartal Eliasen við Effoliðinum og tekur sostatt eitt ár afturat og tað sama ger Høgni Zachariassen, hóast einki hevur verið alment frammi um, at hesir hava gjørt nýggjar sáttmálar.
Hjá EB/Streymi er heldur ikki ókent, at framtíðin hjá miðverjunum Egil á Bø og Marna Djurhuus er óviss um veturin. Teir hava ikki sáttmála og hvørgan av teimum hava higartil verið til venjing við Margáir. Tó er neyvan óhugsandi, at serliga Marni kemur við seinni í ár og Egil var heldur ikki avvísandi fyri at spæla, tá hann hevði samrøðu við nordlysid.fo fyrst í desember.
Effodeildin fer í gongd 15-16. mars.




