ÍF venjarin Albert Ellefsen sigur við Norðlýsið, at Bartal Eliasen hevur verið til nakrar venjingar og at hann eisini kemur at spæla annan dystin í Klaksvíkskappingini í vikuskiftinum.
ÍF venjarin Albert Ellefsen sigur við Norðlýsið, at Bartal Eliasen hevur verið til nakrar venjingar og at hann eisini kemur at spæla annan dystin í Klaksvíkskappingini í vikuskiftinum.
Tað hevur annars verið ivi um, um Bartal fór at spæla aftur. Hann hevur verið og er framvegis tætt knýttur av ÍF flogbólti bæði sum leikari og venjari í yngru deildum. Eisini hava onnur feløg ligið framvið eftir roynda leikarunum, ið hevði eitt framúr gott kappingarár í fjør. Men nú tykist greitt, at Bartal verður við ÍF í ár. Hetta váttar Albert Ellefsen fyri Norðlýsinum.
– Bartal hevur verið til nakrar venjingar hjá okkum og hann verður eisini væntandi við annan dystin í Klaksvíkskappingini. Men hann fær ikki verið 100 prosent við fyrr enn flogbólturin er av og tað órógvar nakað hjá okkum, men hann verður við í ár, sigur Albert Ellefesn við Norðlýsið.
Seinni í dag er longri samrøða við Albert um komandi kappingarár hjá ÍF og hvørji lið hann sær sum tey sterkastu í Effodeildini 2013.




