Ungdómsstjørnan úr X-Factor fekk lív í vágsbø og genturnar gingu amok tá 16 ára gamali unglingin leyp av pallinum
16 ára gamli Basim úr X-Factor var eitt av tiltøkunum, sum bleiv framskundað orðsaka av veðrinum – men hóast tað vóru nógvir áhoyrarar.
Hetta var bert næstu ferð at Basim framførdi LIVE og hóast hann sang skeivt og mól seg fastan í ein monitor-kaðal so eydnaðist framførslan framúr væl.
Norðoya Sparikassi hevði undan Summarfestivalinum skipa fyri kapping á heimasíðuni har 10 vinnarar sluppu at hitta Basim.
Norðlýsið var við til hesa løtuna – og vit kunnu heilsað og siga at tað vóru ikki bara tær ungu gentirnar sum rádnaðu men eisini ommurnar gjørdust bíttar.




