Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bassaføðingardagur í Klaksvík ídag

Oliver Joensen

Eik bjóðar øllum børnum í Bassaføðingardag ídag kl. 14.00 í gamla bygninginum hjá EL-in við Vágstún. M.a. er eitt orkestur úr Húsinum á skránni.

Eyðun Mørkøre, stjóri á deildini hjá Eik í Klaksvík sigur, at teir hava valt at skipa føðingardagin hjá Bassa í Klaksvík eitt sindur annarleiðis.
Vit hava sett ein pall upp í bygninginum sum vit keyptu við Vágstún og har fer millum annað eitt orkestur frá ungdómshúsinum í Klaksvík "Húsið" at spæla fyri børnunum, eisini fara børn úr barnagørðunum at upptraðka, so tað verður eitt stórt barnashow, sum fer ígongd ídag.
Og sjálvandi vitjar Bassi og børnini fáa ballónir og góðgæti.
Minst til Bassa ídag kl. 14.00.