Síðan nýggju bátabrúgvarnar vórðu lagdar út á vágna, hevur dentur verið lagdur á, at arbeiðið skal vera snøgt og væl frágingið.
Nú eru brúgvarnar meira rúmligar, og festini eru munandi fleiri. Tað er at gleðast um, at nýggju bátabrúgvarnar hava eydnast væl, hóast veðrið hevur verið baldrut í vetur.
Kommunan arbeiðir framvegis við verkætlanini, og í løtuni verða nýggj pláss máld upp, so tey kunnu skipast og býtast út til teir bátaeigarar, sum ynskja pláss.
Sunnastu brúgvarnar skulu somuleiðis skiftast út, og tað arbeiðið er nú byrjað. Hetta arbeiðið verður vónandi liðugt í juni.
Av teimum 115 plássunum, sum vóru við gomlu brúgvarnar, eru 95 sum vilja halda fram.
Skipanini við nýggju brúgvarnar verður soleiðis, at størru bátarnir liggja innarliga, meðan minnu bátarnir verða lagdir uttarlaga. Hetta fer at gera umstøðurnar hjá bátaeigarunum enn betri.



