Í gjár sleipaði ein alibátur fyrstu bátabrúnna av vestursíðuna heim á Varpið, har tær nú verða lagdar upp á pláss.
Brúgvarnar eru stórar og uttast skulu tær liggja í einum Y-formi. Ikki er sørt, at menn bera upp á mál, um tær fara at standa ímóti vetraródnunum við nógvum stórum bátum uttast. Hinvegin, so er menn samdir um, at tær síggja væl út og at tilfarið sum verður brúkt er sterkt og gott, so man hetta ikki fara at megna í minsta lagið, tað, sum gomlu brúgvarnar hava klára?




