Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátadráttur í Borðoyarvík

Petur Martin Hansen

Góði veljari

Eg havi áður skrivað um at dagføra bátahylin í Borðoyarvík. Í hesi grein komi eg við uppskotum av dagføringum av bátahylinum.

Neyðugt er at gera ein bátadrátt í bátahylinum í Borðoyarvík. Tað kann ikki vera rætt, at smábátaeigarar skulu sigla til aðrar kommunur fyri at fáa bátarnar upp á land. Bátadrátturin kundi verið býttur sundur í tvey. Ein slættan part, har viðfestivognar kundu verið nýttir, og ein part við vogni á skinnara. Hesin vognur kundi so verið leigaður út í styttri tíð, har smábátaeigarar høvdu møguleika at vaska og mála sínar bátar. Í hesum sambandi hevði verið upplagt at víðkað bátahylin suðureftir, soleiðis at pláss kundi verið gjørt fyri bátadráttinum og atløgubryggju til størri bátar, sum ikki kunnu liggja á bátaplássunum.

Verði eg valdur til býráðið, so verður eitt av mínum fremstu málum at dagføra bátahylin í Borðoyarvík.

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins