Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bátar í bíðirøð við lendingina í Mikladali

Jákup Andreasen

Nógv ferðsla og eitt sindur av dramatikki við lendingina í Mikladali miðskeiðis í 1970-unum. Sildberin hevur avloyst Barsskor henda dagin, og umborð á lítlabáti síggjast Jákup Mourits Olsen, sum sigldi við postbátinum, og Ólavur Clementsen, sum skuldi matrikulera Mikladals bygd.

Samstundis eru pápi og Eivind Eliasen úr Mikladali á heimveg av útróðri við Nestanga, og ætla sær at koyra nakrar fiskar upp á land. Pápi stendur í stýrhúsinum, og Eivind stendur aftanfyri kappan. Nú er hetta søga, tí so vítt eg veit, er ongin av hesum bátunum til longur.

Oddbjørn Vágslíð tók myndina onkustaðni miðskeiðis í 1970-unum. Eg havi frammanundan víst myndina her fyri eini tíð síðan.