Í dag vóru teir ikki so nógvir, sum mánadagin, ið avreiddu til Fiskamarknaðin í Klaksvík. Flestu snellubátarnir lógu um 1.000 til 1.200 pund, men tó kom onkur uppá 3.000 pund.
Teir sum rógva við línu fáa eisini nógv, týsdagin komu teir uppí 15.000 pund. Pison var á Kósini ídag (mikudagin) og avreiddi 200.000 pund.
Men vóru ikki sørt østir, tá teir avreiddu mikukvøldið. Teir klaga um at fiskurin ikki verður skildur orsakað av at Fiskamarknaðurin manglar kør og tí var fiskurin seldur við stakroyndum, ið gevur lægri prís enn tá fiskurin er skildur




