Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátastevnan nú eisini partur av Eystanstevnuni

(Hannefía Joensen)

Av tí at fleiri og fleiri fólk vitja ymisku stevnurnar við báti, hava fyrireikaranir mett, at sjálvsagt er at knýta eina bátastevnu at stevnuni, tí umstøðurnar í Runavíkar havn eru frálíkar.

Bátastevnan verður skipað í samstarvi við bátafelagið á staðnum og verður hildin í sjálvum bátahylinum, sum liggur sera tætt at stevnuøkinum. Ætlanin er, at bátarnir skulu koma til Runavíkar nakað áðrenn karnevalsgonguna fríggjakvøldið. Nógvur tónleikur verður á skránni á bátastevnuni, m.a. hava fyriskipararnir syrgt fyri at seta eitt stórt tjald upp á havnalagnum tætt upp at stevnuøkinum.

Um dagin verður góður harmoniko tónleikur og klaverspæl at hoyra – kryddrað við góðum felagssangi ímillum.

Fríggjakvøldið spælir Hallur Joensen saman við Wolfgang í Heiðateltinum. Leygarkvøldið er so møguleiki at fara á góðan bryggjudans. Sunnukvøldið verður EM finala í fótbóltið víst á stórskýggja í Heiðateltinum.