Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátsvanlukkurnar Tollaksmessudag 1913

Dávur Winther

Kl 18.00 í kvøld bjóðaði Sjómannadagurin til hugnatiltak í EIKí Klaksvík.

Kl 18.00 í kvøld bjóðaði Sjómannadagurin til hugnatiltak í EIKí Klaksvík.

Øll, sum onkusvegna eru við til at skipað fyri tiltøkum á Føroya Sjómannadegi, vóru boðin til hugnaliga samveru í deildini í EIK í Klaksvík, har okkurt leskiligt, ein súpanapottur og okkurt svalandi vórðu sett á borðið. Kunnað varð eisni um skránna fyri ársins Sjómannadag.

Kl 19.30 helt Andras Sólstein fyrilesturin “Bátsvanlukkurnar Tollaksmessudag 1913”, tá ið tríggir bátar fórust. Dagurin, sum byrjaði við góðum veðri, men endaði í sorgarleiki við ringum veðri, ið brann á, so ein bátur úr Kunoy við 6 monnum, ein úr Norðdepli við 6 monnum og so eisini Skarðsbáturin við 7 monnum fórust.

Fleiri aðrir bátur vóru tó útróðrar henda dagin, men vunnu lukkutíð upp land.

At Skarðsbáturin fórst, førdi við sær, at bygdin so spakuliga avtoftaðist, tí einki mannfólk í arbeiðsføtum aldri var eftir í bygdini – í 1919 fluttu seinastu 9 fólkini av Skarði.

Andras styðjaði seg til frásagnir og “sýslumannsavhoyringar”, sum vóru eftir hendingina.

Í morgin verður nógv gjørt burturúr, tá ið ein minnisvarði verður avdúkaður á Skarði kl. 14 til minnis um hesa hending í 1913. Gingið verður bæði úr Haraldssundi og Kunoy, eins og tað verður siglt norður.

Drúgv skrá fyri degnum er lýst aðra staðni.