Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bayern Munchen givið venjaranum sekkin

Jákup Ósá

Stórtapið á PSG gjørdi, at kræsna leiðslan í Bayern Munchen fekk nokk og hevur valt at givið roynda italska venjaranum Carlo Ancelotti sekkin.

Ancelotti tók yvir eftir Pep Guardiola í 2016. Bayern Munchen vann meistaraheitið í fjør. Í Champions League kom liðið í kvartfinaluna og í steypakappingini í hálvfinaluna. Í landskappingini í ár hevur Bayern Muncen vunnið 4 av 6 dystum og liggur á 3. plássi, trý stig aftanfyri oddaliðið Dortmund.

Forstjórin í Bayern Muncen, Karl-Heinz Rummenigge tosaði um avleiðingar eftir 3-0 tapið á útivølli móti PSG mikukvøldið.

– Hetta er eitt tap, sum vit mugu tosa um, sum vit mugu greina. Har vit mugu taka avleiðingar. Tað sum vit sóu hendan dystin var ikki Bayern Munchen, tað kunnu øll vera samd um, segði Karl-Heinz Rummenigge við sjónvarpsrásina hjá Bayern Muncen. Í dag boðar Bayern Munchen frá, at Ancelotti hevur fingið sekkin. 

Hjálparvenjarin hjá Ancelotti, Willy Sagnol, tekur fyribils yvir til dystin sunnudagin móti Hertha Berlin. Hann er saman við fyrrverandi Dormund venjaranum Thomas Tuchel, Hoffenheim venjaranum Julian Nagelsmann og Liverpool venjaranum Jurgen Klopp uppá tal at taka yvir sambært veddingarfyritøkunum.

Harleyfacadeacryl