Champions League: Manchester United megnaði ikki at temja týsku maskinuna og tapti 3-1 á útivølli í kvøld. Tað sá annars gott út í 70 sekund.
Champions League: Manchester United megnaði ikki at temja týsku maskinuna og tapti 3-1 á útivølli í kvøld. Tað sá annars gott út í 70 sekund.
Fyrri hálvleikur hevði ikki nógv at bjóða uppá. Bayern hevði bóltin fyri tað mesta og so at siga eingir kjansir. Manchester hevði bóltin í málinum, men Antonio Valencia var rangstaddur.
Men eins og lítið áhugaverdur fyrri hálvleikur var, líka so áhugaverdur varð seinni hálvleikur.
Í 57’ minutti skorar Evra til 0-1 til United. Eitt sera vakurt mál. Men 70 sekund seinni javnar Mandzukic fyri Bayern.
Síðani varð týska maskinan smurd og í 67’ minutti legði Thomas Müller heimaliðið á odda og tíggju minuttir seinni avgjørdi Arjen Robben dystin til 3-1.
Fjórðingsfinalurnar millum United og Bayern endaðu sostatt 4-1 til Bayern München.
Hin fjórðingsfinalan í kvøld:
Atlético Madrid – Barcelona (1-0) 1-0
5’ Koke
Atlético Madrid kemur víðari samanlagt 2-1




