24. juni verður møguleiki at hoyra ein Beatlesbólk úr Liverpool spæla Beatlesløg og siga frá søguni um The Beatles.
Tað er Lognbrá við Jan Gardar, ið hevur fingið tiltakið í lag og ætlandi verður skipað fyri konsert í stóru høllini tíðliga á kvøldi har stóra Beatlesshowið fer av staplinum, meðan diskotek verður seinni um kvøldið.
Bólkurin, ið kemur hendavegin er sum sagt úr Liverpool og er eisini kendur í Føroyum. Teir kalla seg Bootles, eftir einum býarparti í Liverpool og teir eru ikki nakrir ársundar, tí teir hava spælt saman líka síðani 1960.
Tey fyrstu árini undir navninum "Jasmin-T" og undir hesum navninum vitjaðu teir í Føroyum einaferð í 70-unum tá teir høvdu gjørt eitt lag, sum kallaðist "Faroe Girl", ið tá bleiv eitt "hit".
Seinnu árini, t.v.s. frá 1980 hava teir spælt undir navninum Bootles og hava ferðast víða hvar í heimi síðani 1988 við síni "Beatles-søgu".
Manningin í Bootles er: Alan Menzies, trummur og sangur, Bernard Southern, sologuitar, aukustiskan guitar, munnhørpu og sangur, Terry Walters, bassguitar og sangur og Benny Black, guitar/tangentar og sangur.




