Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013 samtykti býráðið at játta neyðuga peningin, soleiðis at arbeiðið kann byrja nú í mars mánað, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini.
Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013 samtykti býráðið at játta neyðuga peningin, soleiðis at arbeiðið kann byrja nú í mars mánað, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini.
– Tað er umráðandi, at vinnulívið her í kommununi fær best møguligar karmar at virka undir, og her tað ein av uppgávunum hjá Havna- og Vinnunevndini – í góðum samstarvi við hinar nevndirnar og undir leiðslu býráðsins – at taka stig til íløgur, har tørvur og nytta eru størst, sigur Óluva Klettskarð, sum á nýggjárinum tók við sum forkvinna í Havna- og Vinnunevnd býráðsins.
Tænastufyritøkur
í stórari menning
– Umvælingar og tænastufyritøkurnar til fiski- og sjóvinnuna hava seinastu tíðina veruliga tikið dik á seg, og tí er hendan íløgan í eina “Bedingsbryggju” ella umvælingarbryggju tiltrongd, samstundis sum hon gevur møguleikar fyri víðari menning.
– Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti býráðið at flyta fram eina óbrúkta íløguavseting frá 2012 til 2013, og er hetta saman við avsetingum í inniverandi fíggjarári nóg mikið til at kunna fremja hesa íløgu, sigur forkvinnan í Havna- og Vinnunevndini.
– Verkliga arbeiðið byrjar ætlandi í mars mánað, og bryggjan ætlast at verða liðug í august mánað í ár, upplýsir Óluva Klettskarð.




