Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinir – Einsamallur á palli

Jóhann Lützen

Seinastu árini hevur Beinir sett síni spor á føroyska og danska tónleikapallin. Nú kanst tú uppliva hann í Auluni í reinasta formi – einsamallan á pallinum.

 

Heildarútgávan “Greener” fekk sera góða móttøku. Heitislagið “Greener” og “Call Me a Dreamer” vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og fyrr í ár vann Beinir tvær FMA virðislønir – ársins lag fyri “Romeo” og áhoyraravirðislønina. Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og á DR’s Store Juleshow.

Vit kunnu leggja afturat, at Beinir er ein av limunum í nýggju folk/pop-trio’ini Tøgn, sum kom við teirra fyrsta staklagi “Kamarið” í mai.

Fyri Beinir hevur tað altíð verið nakað serligt at framføra sangirnar í reinasta formi – við gittara og sangi einsamallur á pallinum. Og hetta er júst tað, áhoyrararnir kunnu gleða seg til.

Atgongumerki fæst her: https://www.torsgota.fo/tiltok/beinir—einsamallur-a-palli