Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Beinisvørð” breyt róðrið

Oliver Joensen

Leygardagin vóru boð eftir MRCC-støðini, tí áttamannafarið Beinisvørð lá á Viðvík við ongum róðri.

Norðoya Bjargingarfelag fekk boð um at fara við Ziska at vita hvussu vorðið var, men avgjørt var so, at Bjargingarfelagið ístaðin skuldi fara til Eiðsvíkar við rásaranum og hagani sigla tríggjar fjórðingar til viðvíkar, heldur enn at sigla 20 fjórðingar við Ziska av Klaksvík.
Louis Poulsen úr Norðoya Bjargingarfelag sigur, at veðrið var sera gott á Viðvík, Beinisvørð hevði verið inni í eini lítlari vík har og sett fólk á land, men bráðliga komu óløgi, sum gjørdi at báturin tók í botn og breyt róðrið. Teir fingu tó siglt útaftur úr lítlu víkini, men kundu ikki fara inn aftur eftir fólkunum á landi.
Tá vit komu har við rásaranum, kom júst ein sundabátur, ið tók Beinisvørð upp á sleip inn í Hvannasund. Vit fóru síðani inn móti landi og fingu fólkini á landi umborð og gjørdu síðani av at sigla inn á Sund eisini.
Tað var ongantíð nakar vandi fyri fólkunum, sigur Louis Poulsen at enda.