Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinleiðis á Rás1: Mjølnir í trimum FM-finalum

Jóhann Lützen

FM-finalur hjá teimum yngru eru í Trongisvági hetta vikuskifti og Mjølnir er umboðað við Gentur 14, Gentur 19 og Mansunglingum

Góða gongdin hjá Mjølnir sæst eisini í ungdómsdeildunum. Herfyri vann Mjølnir 3 av fýra steypafinalum og nú eru FM-finalur hjá teimum yngru á skránni í Suðuroy. Tey fóru avstað í gjár og hava yvirnátta í Suðuroy fyri at vera so væl fyri sum gjørligt til finalurnar í dag. 

Og fólk kunnu tíbetur síggja FM-finalurnar

Dystirnir í dag síggjast á Rás1 hjá Televarpinum

  • Kl. 10.00: Mjølnir – Fleyr (G14)
  • Kl. 11.30: Mjølnir – SÍ (G19)
  • Kl. 17.00: Mjølnir – SÍ (Mansunglingar)