Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BEINLEIÐIS: Kjakfundur ”Fiskivinnupolitikkur

John William Joensen

kl. 19.30 fer nordlysid.fo at senda beinleiðis úr Skúlanum við Ósánna frá kjakfundi ”Fiskivinnu-politikkur” har Jón Brian Hvidtfeldt og Óluvá Zachariassen eru vertir . Umboð vegna allar flokkar á Tingi eru við. Høvi verður at siga tína hugsan ella koma við spurningum.

kl. 19.30 fer nordlysid.fo at senda beinleiðis úr Skúlanum við Ósánna frá kjakfundi ”Fiskivinnupolitikkur” har  Jón Brian Hvidtfeldt og Óluvá Zachariassen eru vertir . Umboð vegna allar flokkar á Tingi eru við. Høvi verður at siga tína hugsan ella koma við spurningum.

Fiskivinnupolitiskur toppfundur

Fiskivinnunýskipanin letur bíða eftir sær. Fleiri seta sær spurningin, hvørt fráboðaða nýskipanin í okkara høvuðsvinnu verður egg ella ungi. Við almennum kjakfundi millum allar flokkar á løgtingi taka Torradagarnir pulsin á arbeiðnum. Formenninir í øllum flokkum á løgtingi viðgera framtíðar fiskivinnupolitikkin í Skúlanum við Ósánna mikukvøldið í Torravikuni.

Fiskivinnunýskipanin hevur leingi verið ávegis. Men hóast valskeiðið er meira enn hálvrunnið, so er enn einki uppskot borið í løgtingið. Stóru spurningar í fiskivinnunýskipanini standa tí framvegis ósvaraðir.

Hvussu verður gildistíðin á fiskiloyvum? Verður talan um ognarrætt ella brúksrætt til fiskiríkidømið? Verður brúksskylda løgd á loyvini? Skulu vit halda fast um fiskidagar ella fara aftur til kvotuskipan? Hvat verður av tilfeingisgjaldinum og kann ein uppboðssøla koma upp á tal? Og hvør verður útlendski leikluturin í vinnuni?

Hetta eru bara nakrir av ivaspurningunum, nú vit nærkast 1. januar 2018. Tann dagin fara øll fiskiloyvi úr gildi – ella gera tey nú eisini tað?

Á almennum fundi í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði fara allir politisku flokkarnir at kjakast um hesar spurningar. Vit lodda dýpið fyri at finna útav, hvar flokkarnir nú standa í telvingini um fráboðaðu nýskipanina av fiskivinnuni.

Kjakfundurin er opin og almennur, og tí verður eisini høvi hjá fundarfólkinum at seta sínar spurningar.

Orðstýrarar vera Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt

Vælkomin á fiskivinnupolitiskan toppfund á Torradøgunum í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði Klaksvík. Fundurin verður í Skúlanum við Ósánna mikukvøldið 19. februar klokkan 19.30 og verður sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya

Harleywoodpaint