Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Beinleiðis orðaskifti millum landsstýrisfólk og skúlaungdóm

Helgi Abrahamsen

Tað er ikki so ofta, at vit eru vitni til beinleiðis orðaskifti millum ungdóm og politikarar, men hetta hava vit møguleika til í dag.

Klokkan 13:30 skulu  øll landsstýrisfólkini verða til staðar í  tingsalinum, tí  tá  verða ófráboðaðir fyrispurningar á  skránni fyri Ungdómstingið. Teir 33 skúlaungdómarnir kunnu tá  seta landsstýrisfólkunum fyrispurningar, og landsstýrisfólkini skulu svara.

Undanfarnu ferðirnar tá  Ungdómsting hava verið, hava nógvir av ófráboðaðu fyrispurningarnir verið rættiliga áhugaverdir.

Tá  spurningurin er settur og svaraður, fáa spyrjararnir (í hesum føri næmingarnir) orðið aftur, men tað er tó  sjáldan at næmingarnir nýta seinna umfarið til annað enn at takka fyri svarið.  Kanska er hetta  spell, tí hóast tað er alla æru vert at vísa takksemi, so hava  politikararnir vanliga einki  ímóti at fáa kritiskar spurningar frá  næmingunum.

Dagskráin fyri Ungdómstingið byrjar annars  kl. 10, tá  2. viðgerðir verða av málunum,  sum  í  gjár vóru til 1. viðgerð.

Ungdómstingið verður sent beinleiðis á  Tingvarpinum.